Ein uppgerð, sum fíggjarmálaráðið hevur gjørt, vísir, at tað er rættiliga stórur munur á, hvussu nógv arbeiðið tað kastar av sær at gera tunlar og hvussu nógv arbeiði tað kastar av sær at bjálva og umvæla hús.
Tað vísir ein uppgerð, sum landsstýrið hevur gjørt.
Kári á Rógvi, løgtingsmaður, hevur beinleiðis spurt Jóannes Eidesgaard, hvussu arbeiðsskapandi ymsar íløgur eru.
Jóannes Eidesgaard sigur, at metingar vísa av av íløgum í tunlar, verða í mesta lagi 30% av samlaða kostnaðin goldin út aftur í lønum. Men er talan um at bjálva eini hús, verða eini 60%-70% av samlaða kostnaðinum goldin út aftur í lønum, so tað er munandi meiri arbeiðsskapandi enn at gera tunlar.
Av eini íløgu í at umvæla vegir, fara eini 5% av kostnaðinum út aftur í lønum, og av eini íløgu í at umvæla hús, fara eini 50% útaftur í lønum til arbeiðsfólk.
Av øllum íløgum eru tað sostatt íløgur í tunlar. sum kasta nógv minst arbeiði av sær.
Les eisini greinina: Strika tunlar og
fá fólk til arbeiðis










