Helvtin minni at fáa av svartkalva

Magnus Heinason hevur verið á svartkalvatúri, og í ár er helvtin minni at fáa enn miðalveiðan undanfarin ár

Magnus Heinason hevur gjørt hesar kanningar á hvørjum ári síðani 1995. Á hesum túri verður útbreiðslan av svartkalva kannað í kantinum á føroyska landgrunninum, skrivar Havstovan. 

Troldýpið liggur ímillum 400 og 500 metrar. Her er temperaturin vanliga lágur - um 1-2 stig celsius. Hetta er hiti, sum svartkalvi trívist í. Í ár var minni at fáa enn undanfarin ár. Miðalveiðan um tíman árini 1995-2020 er 117 kilo um tíman. Í 2020 var veiðan 65 kilo um tíman. Hetta er helvtina minni enn miðal.

Í summum førum var hitin í sjónum, niðri við botn, væl hægri enn hann plagar at vera. Hetta kann vera ein orsøk til, at so lítið var at fáa av svartkavla, skrivar Havstovan.

557 nytrupør vóru tikin, av teimum vóru 435 nytrupør frá svartkalva. 109 magar vóru kannaðir, av teimum vóru 91 svartkalvamagar. Høvuðsføðin hjá svartkalva var svartkjaftur.

 
##med2## 

Mynd 1. Veiðan uppá roynd eftir svartkalva árini 1995-2020. Miðalveiðan hesi árini hevur verið 117 kilo um tíman. Stiplaða svarta linjan vísir miðalveiðuna hesi árini.
Í ár var veiðan 65 kg/t og er hetta umleið helvtina minni enn miðalveiðan.