Um nýggjársleitið, vórðu tey 270 fólk, sum høvdu teknað seg til sms tænastuna hjá Fólkaheilsuráðnum. Talan er um roykifyribyrgjandi átakið 'Kom og legg av 2015'.
Sambært Gallup kanning, so roykja 22 prosent av føroyingum, ið er nakað hægri enn talið er av roykjarum í grannalondunum hjá Føroyum, men millum annað við hesum átakinum, ætlar Fólkaheilsuráðið sær at minka um talið av roykjarum enn meir.
- Tøl frá undanfarnum árum vísa, at gott helvtin av teimum, sum tekna seg til sms tænastuna, gevast við at roykja, sigur Ólavur Jøkladal, átaksleiðari.
Trýst á pílin undir myndini og hoyr alla samrøðuna við Ólav Jøkladal.










