Helvtin fiskað á Flemish Cap

Føroysku skipini hava nú fiskað helvtina av ársins kvotu á Flemish Cap.

Kvotan er 3.246 tons, og higartil hava skipini fiskað 1.612 tons. Tað vísa tølini hjá Fiskiveiðieftirlitinum.

 

Brestir, sum byrjaði fiskiskap tann 29. januar, hevur fiskað 442 tons, og teir eru nú inni í Saint Pierre og landa. Sjagaklettur, sum byrjaði túr 12. februar, hevur fiskað 282 tons, og Vesturleiki, sum hálaði fyrstu ferð tann 14. februar, hevur fiskað 255 tons. Phoenix, sum byrjaði túr tann 6. februar, hevur fiskað 205 tons. Phoenix hevur verið inni í Saint Pierre og bunkrað.

 

Av línuskipunum hevur Kambur fiskað 166 tons, Váðasteinur 135 og Klakkur 127 tons. Túrurin hjá Kambi byrjaði tann 18. februar, og Klakkur setti fyrstu ferð tann 21. Váðasteinur byrjaði annan túrin í dag. Tann fyrra fingu teir 135 tons eftir seks døgum.