Helvtin fær alment starv

Næstan annar hvør næmingur, sum hevur tikið miðnámsprógv í Suðuroynni, arbeiðir hjá tí almenna.

45 prosent arbeiða í dag hjá tí almenna, størri partur kvinnur, sum serliga arbeiða í heilsuverkinum, á almannaøkinum og í barnaansing. Menninir, sum arbeiða hjá tí almenna antin undirvísa ella virka í almennu fyristingini.

Tað vísir ein kanning, sum Granskingardepilin fyri Samfelagsmenning hevur gjørt millum teirra, sumhava tikið prógv í árunum frá 1976 til 2006.

25 prosent arbeiða í handils- og tænastuvinnuni, og níggju prosent í framleiðsluvinnuni.

Kanningin sigur eisini, at 10 prosent av teimum, sum hava tikið miðnámsprógv í Suðuroynni, arbeiða í dag sum leiðarar ella millumleiðarar.