Helvtin av tingfólkunum eru nývald

16 av tingfólkunum, sum vóru vald á løgtingsvalinum í dag, vóru ikki vald í løgtingið í 2008, men fleiri gamlir kenningar eru millum tey nývaldu.

Onkur gera comeback sum tingfólk, onnur hava verið varafólk í løgtinginum, og onkur hevur verið landsstýrismaður. Nøvn sum Bjarni Djurholm, Aksel Johannesen, Eyðgunn Samuelsen, Henrik Old, Bárður Nielsen og Kristina Háfoss eru langt frá ókend í politiskum samanhangi, men tey eru øll nývald á løgtingsvalinum hesaferð.

Hinvegin eru fleiri spildurnýggj løgtingsfólk vald í dag. Hanus Samró, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, Gunnvør Balle, Sirið Stenberg, Janus Rein, Rigmor Dam og Kristin Michelsen hava ongantíð áður havt sæti á løgtingi.