Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, hevur í dag valt nýtt málráð. Og tað má av sonnum sigast at vera nýtt, tí fimm av teimum 11 limunum í ráðnum eru nývaldir í ráðið.
Zakaris Svabo Hansen, sum hevur verið formaður seinasta skeiðið, er ikki longur í ráðnum. Hann hevur verið umboð fyri Móðurmálslærarafelag, men nú hevur Elin Henriksen fingið hansara sess í ráðnum.
Rigmor Dam hevur eisini skift bæði umboðini, sum vóru vald av undanfarna landsstýrismanninum út. Í staðin fyri Jonhard Mikkelsen og Katrina Næs hevur landsstýriskvinnan valt Jógvan D. Hansen og Sólfinn Hansen.
Fróðskaparsetrið og Rithøvundafelagið hava eisini skift síni umboð. Har hevur Sjúrður Gullbein fingið sessin hjá Hjalmar P. Petersen eftir tilmæli frá Fróðskaparsetrinum, meðan Bergljót av Skarði hevur fingið sessin hjá Kára Leivsson, sum umboð fyri Rithøvundafelagið.
Í nýggja Málráðnum, sum skal virka næstu fýra árini verða tí hesir limir:
Sólvá Jónsdóttir, forkvinna, ráðgevi og málfrøðingur, eftir tilmæli frá Námi
Eivind Weihe, næstformaður, lektari emeritus, eftir tilmæli frá Staðarnavnanevndini.
Sjúrður Gullbein, cand.phil í norðurlendskum, serliga føroyskum máli og bókmentum, eftir tilmæli frá Fróðskaparsetri Føroya.
Elin Henriksen, lærari, eftir tilmæli frá Móðurmálslærarafelag Føroya
Marna Jacobsen, ritstjóri, eftir tilmæli frá Føroya Lærarafelag og Javnstøðunevndini.
Bergljót av Skarði, cand.mag. í føroyskum og enskum, eftir tilmæli frá Rithøvundafelag Føroya.
Anfinnur Johansen, lektari í málfrøði, eftir tilmæli frá Navnanevndini.
Hanna Simonsen, fulltrúi, eftir tilmæli frá Kommunusamskipan Føroya.
Randi Meitil, studentaskúlalærari í føroyskum og sponskum, eftir tilmæli frá Málfelagnum.
Jógvan D. Hansen, cand.phil. í heimspeki, eftir tilmæli frá landsstýriskvinnuni.
Sólfinn Hansen, cand.mag. í norðurlendskum máli og bókmentum, eftir tilmæli frá landsstýriskvinnuni.