Helvtin av foreldrunum hava svarað

Kanningin um málmenning, sum Sissal M. Rasmussen á Føroymálsdeildini stendur fyri, hevur nú verið í gongd í ein knappan mánað. Higartil hava umleið helvtin av øllum foreldrunum, sum kunnu luttaka í kanningini, svarað spurnarblaðnum.

Hesum boðar heimasíðan hjá Fróðskaparsetrinum frá.

Spurnarkanningin um málmenning hjá føroyskum børnum bleiv fyri eini fýra vikum síðani send til foreldur, sum eiga børn í aldrinum 8- 36 mánaðir. Ætlanin við hesi kanning er at fáa eitt yvirlit yvir, hvussu føroysk børn mennast málsliga við serligum atliti at orðfeingi.

Á ráðstevnu um barnamál í Danmark i vikuni, greiddi Sissal M. Rasmussen stutt frá kanningini og kundi hon siga teimum, at knappliga helvtina av foreldrunum at børnum í aldrinum 8 mánaðir til 36 mánaðir høvdu svarað. Granskararnir á ráðstevnuni vóru ovfarnir og klappaðu fyri føroysku foreldrunum.

Enn ber til at fara inn á heimasíðuna hjá Fróðskaparsetrinum og taka lut í kanningini.

Kanningin er liður í ph.d-verkætlanini hjá Sissal M. Rasmussen, sum er ph.d. lesandi á Føroyamálsdeildini. Granskingarráðið, Syddansk Universitet, Fróðskaparsetrið og Sernám stuðla verkætlanina.