- Í samband við corona-smittuna er óvissan stór um, hvat skip og bátar fara at gera ta næstu tíðina. Vónandi gongur ikki ov long tíð, til vit fáa vanlig viðurskifti aftur.
Soleiðis skriva tey á heimasíðuni hjá Fiskamarknaði Føroya í gjár, tá tey annars plaga at kunna um, hvussu næsta vika kemur at roynast til fiskiskap og landingar.
- Fiskamarknaður Føroya hevur opið sum vanligt, men bara helvtin av fólkinum er til arbeiðis í senn. Hetta er fyri at binda um heilan fingur.
Lagt verður aftrat, at um onkur skuldi blivið sjúkur, kann hin vaktin traðka til.
- So, tit mugu halda okkum til góðar, um avgreiðslutíðin kanska verður ov long onkuntíð, siga tey á Fiskamarknaði Føroya.











