Helvtin av dønum fingið nokk av X-Factor

50 prosent av dønum hava ikki hug at síggja enn eitt umfar av X-Factor, vísir nýggj Gallup kanning

Meðan stórur partur av donsku tjóðini uttan iva fer at hyggja eftir X-Factor finaluni í kvøld, eru tey eisini mong, sum nú hava fingið nokk av sendingini, veit Berlingske Tidende at siga

 

Sambært eini Gallup-kanning, sum er gjørd fyri blaðið, halda 50 prosent av teimum spurdu tað vera eitt vánaligt hugskot at fara undir enn eitt umfar av X-Factor. 24 prosent eru líkaglað, meðan 19 prosent fegin vilja síggja eitt nýtt umfar av sendingini.

 

Úrslitið av kanningini hongur møguliga saman við, at fólk eru bangin fyri at verða vónbrotin, um danska kringvarpið DR roynir at endurtaka X-Factor enn einaferð, metir Kirsten Frandsen, miðlagranskari á Århus Universitet.

 

Hon leggur afturat, at mong ivast kanska eisini í, um danski talenthópurin er nóg stórur til enn eina sending.

 

DR hevur tó ongar ætlanir um at sleppa X-Factor, sum í løtuni hevur umleið tvær milliónir hyggjarar.

 

Gallup-kanningin varð gjørd í døgunum 19. til 23. mars við støði í 1052 samrøðum við hyggjarar úr øllum Danmark í aldursbólkinum 18 ár og eldri.