Helvtarprís fyri rúsdrekka

Ferðavinnufelagið vil hava, at loyvishavarar skulu fáa 50% í avslátri, tá vín og rúsdrekka verða keypt frá Rúsdrekkasøluni

 

Á heimasíðuni hjá Vinnuhúsinum hava tey valtátt, har ymsir áhugabólkar innan vinnuna koma við sínum ynskjum til eina komandi samgongu.

 

Í dag er tað ferðavinnan, sum eigur tørn, og her verður dentur lagdur á, at føroyska matstovuvinnan hevur tørv á einum sterkari inntøkugrundarlagi, um menningin á økinum skal standa við.

 

- Ein tann stórsta útreiðslan hjá einum matarstaði eru drykkjuvørurnar. Matarstøð keypa í løtuni inn fyri á leið sama prís sum vanligir kundar í Rúsdrekkasølu Landsins. Sum er, fáa loyvishavarar 5% í avslátri, men samstundis skulu teir gjalda fyri skeinkiloyvini, so alt í alt er fyrimunurin ikki tann stóri í mun til vanligar kundar.

- Høgi innkeypsprísurin á drykkivørum ger tað torført hjá matstovum at bera seg. Matstovurnar lata sær lynda í mun til vinningin, og hetta kann ikki halda fram, um ferðavinnan skal mennast.

 

- Ferðavinnufelagið mælir tí til, at Rúsdrekkasøla Landsins í størri mun skilur ímillum vanligar kundar og vinnuligar innkeyparar. Felagið heldur, at einfaldasti mátin er at hækka avslátturin fyri loyvishavarar frá 5% til 50%, verður sagt í valynskinum frá felagnum.