Helvitis danskarar

Umafturafturum við Høgna Djurhuus

 Hasir helvitis danskararnir. So vóru teir her aftur við revolvaranum, lødda revolvaranum, kalibur 46. Teir eru einki fittir, siga tey, hvørki nú ella í advent.

So er tað sagt, men føroyingar hava vitað síðani síðst í september, september í ár gamaní, at Eik var til sølu.

Javell, ja, og hvat so? Ikki fyrr enn nakrir danskarar koma til Havnar og siga bøøøøøø hart á einum tíðindafundi, vakna føroyingar. Ha, er Eik til sølu? Og pínadoyð, her er mín sann ein freist eisini. Vit hava ikki, sum vit plaga, ein hálvan ævinleika til at hugsa, seta arbeiðsbólkar og toymi og fara í eina tómgongd, orsaka tilgongd, og síðani ein fjórðings ævinleika til at taka avgerðina. Vit hava bara nakrar dagar, nakrar myrkar heystardagar.

Ja, slíkt ber ikki til at bjóða okkum, sum eru von við og ikki vita um annað enn, at einki hevur skund. Deadlines, hvat er tað fyri tvætl? Evstamark. Nu skal du ikke komme her...

Nei, men sama um freistin var tíggju ár, endaðu vit í júst somu støðu, sum vit eru í nú, um knappliga tíggju ár. Eftir níggju ár og tíggjuein mánað og tvær vikur høvdu nakrir dummir danskarar komið til Føroya og sagt bøøøøø á einum tíðindafundi. Nú eru tvær vikur eftir. Og so eru vit ikki fittir longur. Eikin verður feld og brend nýggjársaftan. Eingin skógfriðing her.

Og so sami jammurin omigen, revolari, kalibur 46 og eingin tíð. Og vit kunnu ikki verja okkum hvørki við hvalvákni ella grindaknívi. Tí tað siga onkrir aðrir útlendingar, at tey køksamboðini mugu vit ikki brúka. Vit doyggja av tí, og tað er synd í hvalunum og ríkum ónyttum.

Vit royna at fáa útlendingar at koma higar við sínum pengum uttan at siga teimum, at vit hava ikki eina álítandi streymveiting. Uttan at siga teimum, at útlendingar mugu ikki eiga bankar í Føroyum. Tí so vera bankarnir ikki so fittir við vinnulívið. Vinnulívið, sum hevur so lagaligar sømdir: lán, niðurskriving, sanering, nýtt lán, niðurskriving, sanering, aftur nýtt lán, niðurskriving, sanering. Uttan vinnuna vóru vit ikki her.

Hvussu kunnu danskarar og aðrir útlendingar eisini vita, at í Føroyum eru bankar almannastovur hjá vinnuni? Tað fáa íleggjarar, sum vit royna at lokka til Føroya við pengum, heldur ikki at vita.

Lort annars, at vit ikki langt síðani hava yvirtikið hatta málsøkið eisini. Vit duga jú so væl við yvirtøkum og at spæla, at vit eru tjóðir millum tjóðir.

Nú eru eingir privatir pengar eftir at keypa Eik fyri. Pengarnir eru mistir í partabrøvum - í Eik.

Bankaverðin er sera logisk. Hon er beinharður bisniss.

Ætlar onkur sær at skriva doktararitgerð um antilogikk, um nøkur frøði ella vísindi kallast so, eru Føroyar og føroyingar eitt himmíríki at granska og skriva um.

Meðan dovna sjampanjan, har seinasta bløðran er brostin, í tímaglasinum hjá Eik rennur niður, brúka politikarar tíðina til at keglast um til skal bera at keypa sær í konjakkglasið í einum handli millum aðrar handlar.

Føroyskur rúsdrekkapolitikkur on the rocks blandaður við nógvum óblandaðum roski.

Tað er okkara skyld. Onnur hava skyldina, onnur hava altíð skyldina. Hygg, tað er ein uggi, sum fløvar í jólahugnanum.

Og týsdagin vóru 1500 dagar til ár 2015. 1500 dagar og 1500 nætur eftir til at gerast heimsins besta land, The Land of Maybe and Temporary. Bøøøøøøøøøøøøøøøøøøøøøøø.