Helveg skal standa skúlarætt

Báðir teir føroysku fólkatingslimirnir hava sent danska uttanríkisráðharranum skrivligan fyrispurning um NATO málið

Niels Helveg Petersen skal um átta dagar skrivliga svara báðum føroysku fólkatingslimunum og fólkatinginum, um hví hann sigur fyri landsstýrinum, at Føroyar skulu hava her fyri at gerast limur í Partnership for Peace.

Ein kelda, sum stendur NATO nær, hevur í brævi gjørt landsstýrinum greitt, at Føroyar saktans kunnu gerast limir í Partnership for Peace. uttan at hava vápnaða megi.

Tá svarið kemur frá Niels Helveg Petersen, verður tað roknað sum eitt svar til alt fólkatingið. Tí kann hann koma í trupulleikar, um hann gevur skeivar upplýsingar.