Helveg heldur fast við sítt

Danski uttanríkisráðharrin, Niels Helveg Pedersen, staðfestir í svari til føroysku fólkatingslimirnar enn einaferð, at lond skulu hava vápnaða megi fyri at vera limir í Partnership for Peace

Ein náttúrlig fyritreyt fyri at vera við í Partnership for Peace samstarvinum er, at landið hevur vápnaða megi.

Hetta staðfestir Niels Helveg Pedersen í svari upp á fyrispurningar frá Óla Breckmann og Jóannes Eidesgaard, fólkatingslimum.

Teir báðir fólkatingslimirnir settu danska uttanríkisráðharranum hvør sín fyrispurning um Partnership for Peace, eftir at hann hevði sýtt løgmanni at tosa við NATO aðalskrivaran um samstarv og í brævi gjørt løgmanni greitt, at Føroyar ikki kunnu gerast limir í Partnership for Peace, tí vit hava ongan her.

Harafturímóti vísir upprit frá bretskum professara í verjumálum, sum er góðkent av sjálvum aðalskrivaranum í NATO parlamentinum, at Føroyar ikki noyðast at hava her, fyri at gerast limir í Partnership for Peace samstarvinum.

Kortini ger Niels Helveg Pedersen báðum føroysku fólkatingslimunum greitt, at eitt land við limaskapi í Partnership for Peace tekur á seg fýra skyldur, saman við NATO.

At samstarva við NATO og at menna hermegi, ið betri kann samstarva við NATO.

At skapa gjøgnumskygni í tillrættarleggingini av altjóða verju.

At tryggja fólkaræðisligt eftirlit av vápnaðum herliðum.

At halda við líka evnini og tilbúgvingina at vera við í tiltøkum, sum til dømis verða gjørd undir ST.

Danski uttanríkisráðharrin vísir á, at afturat hernaðarliga samstarvinum, umfatar limaskapurin í Partnership for Peace eisini samstarv um bjarging og tilbúgving.