Hann hevur havt tríggjar ymiskar landsliðsvenjarar og á danska fótbóltslandsliðnum er tað bara Peter Schmeichel, sum hevur spælt fleiri dystir enn Thomas Helveg.
Men hetta er nú bert ein partur av donsku fótbóltshagtølunum. Í morgun boðaði Thomas Helveg nevnliga frá, at hann gevst á landsliðnum.
- Eg havi enn ambitiónir, men í vetur havi eg støðugt havt kensluna av, at løtan at gevast er tann rætta. Og eftir 14 ára haldi eg, at eg kann siga farvæl við góðari samvitsku, sigur Helveg á dbu.dk, har tíðindini vórðu borin í morgun.
Tað vóru tey fæstu, sum veruliga høvdu varnast Helveg, tá italska Udinese í 1993 brádliga unga bakkin úr OB. Í Italia gjørdist hann tó alt fyri eitt stórt hitt. Og millum annað hevur hann verið italskur meistari við AC Milan.
Nú er Helveg tó aftur at síggja í OB, og har spælir hann so eisini komandi várhálvuna, hóast hann hevur sagt landsliðnum farvæl.