Fyrrverandi danski uttanríkisráðharrin Niels Helveg Petersen stillar ikki upp á næsta fólkatingsvali Niels Helveg Petersen, sum eisini hevur verið formaður í Radikala Vinstra, hevur boðað sínum valfelagi í Middelfart frá, at hann heldur ikki fram í Fólkatinginum eftir næsta val.
Í samrøðu við danska kringvarpið sigur Niels Helveg Petersen, at hann verður 70 næsta ár, og at heldur seg røkka aldursmarkinum, áðrenn val verður aftur.
Niels Helveg Petersen varð fyrstu ferð valdur í Fólkatingið í 1977, og hann er afturvaldur hvørja ferð síðani. Hann var búskaparráðharri frá 1988 til 1990 og uttanríkisráðharri frá 1993 til 2000.










