Helt við B36 í Aberdeen

Fótbóltsblaðið: Tað var ikki altíð upplagt, at Odmar Færø skuldi spæla við B36

Hann er í dag ein av ímyndunum í B36, men tað var ikki altíð upplagt, at Odmar Færø skuldi blíva ein lyklaspælari fyri B36, tá hann rann runt í Aberdeen. – Men so møtti eg Róaldi, hann hevur altíð verið ein gjøgnumsúrgaður B36’ari, sigur miðverjin

 

Keyp Sosialin á netinum HER

 

-Eg spældi ongantíð við Aberdeen, men spældi bara við smærri feløgum í nærumhvørvinum, sigur miðverjin hjá B36.

 

Í árunum frá 1995 til 2007 er Odmar Færø javnan heima í summarferiu. Hann hittir góða vinmannin Róald Jakobsen. Tað skal vísa seg, at honum hava B36’arar nógv at takka.

 

-Eg spældi eina ferð við HB. Tað má hava verið í piltum ella okkurt líknandi, men tað segði mær einki. Men so møtti eg Róladi, sum er ein gjøgnumsúrgaður B36’ari. Har bleiv eg B36’ari, og tá eg flutti heim var ongin ivi um at eg skuldi til B36, sigur liðskiparin.

 

(Brot úr grein í Fótbóltsblaðnum hjá Miðlahúsinum)