Helt seg skjóta eitt rádjór

Men tað, sum veiðimaðurin sá og skeyt eftir, var ikki eitt rádjór, men ein íðkari. Í morgun er veiðimaðurin dømdur.

 

 

 

 

Ein 48 ára gamal norskur veiðimaður er í dag dømdur fyri at hava skotið ein svenskan íðkara - ella "joggara" - sum hann helt vera eitt rádjór.

Maðurin, sum alla tíðina noktaði seg sekan, varð ákærdur fyri drápsroynd.

Rættarmálið, sum byrjaði tíðlig í apríl mánaði, hevur verið í tingrættinum í Helsingborg, og í dag varð maðurin dømdur.

Upprunaliga kravdi ákæruvaldið fongsulsrevsing á 12 ár, men í morgun varð maðurin dømdur fyri grovt ósketni ”jaktbrudd og kropskade”, sum NRK skrivar.

Umframt ein fongsulsdóm á eitt ár, er veiðimaðurin eisini dømdur at gjalda svenska íðkaranum eitt endurgjald á 38.602 svenskar krónur.

NRK veit at siga, at maðurin undir rættarmálinum fleiri ferðir var so mikið rørdur, at hann græt hart í rættarsalinum.

Tingrætturin í Helsingborg heldur tað ikki vera prógvað, at veiðimaðurin ætlaði at skjóta móti einum menniskja, og tískil varð hann frídømdur fyri drápsroynd.

Maðurin og íðkarin, sum varð skotin hin 29. november í fjør, var 76 ára gamli sviin, Olle Rosdahl, og hendingin fór fram í Svøríki.

Olle Rosdahl varð raktur í mjødnina, og skotið fór út aftur gjøgnum ryggin, skriva norskir miðlar. Eftir tilburðin krógvaði norðmaðurin seg sambært dóminum í næstan sjey tímar.