Helt seg síggja okkurt í sjónum

Seint seinnapartin í dag fekk løgreglan eina fráboðan úr Skúvoy, har fólk hildu seg síggja okkurt í sjónum.

 

Klokkan 17.18 seinnapartin í dag ringdi ein skúvoyingur til løgregluna og segði seg síggja eitt hvørt í sjónum beint uttan fyri bygdina á Skarvanesi. Viðkomandi helt fyri, at hetta sást væl í vesturskininum, tó at hann ikki visti at siga ítøkiliga, hvat tað var, hann sá.

Vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn sigur, at vanliga er tað MRCC, ið tekur sær av slíkum fráboðanum, ið snúgva seg um sjógvin, men við tað, at løgreglan hevur fólk í Sandoynni og koyrandi er til Skarvanesar, vórðu fólk send at hyggja, um tey dugdu at síggja nakað óvanligt.

- Tyrlan hjá Atlantsflogi fleyg ein túr á leiðini, og eg haldi, at ein bátur eisini fór út at hyggja, um tey dugdu at síggja nakað í sjónum. Men, soleiðis sum vit hava fingið at vita, er einki funnið, og okkum kunnugt er tíbetur heldur eingin saknaður.

Vaktleiðarin sigur, at stívliga tveir tímar eftir fráboðanina hjá skúvoyinginum, fingu tey á støðini í Havn boð um, at einki óvanligt var at síggja á leiðini. - Tá fráboðanin kom, hildu vit tað vera rætt at gera eina roynd at finna út av, um her var nakað óvanligt, sigur vaktleiðarin.