Næstan fimm ár eftir at enska smágentan Madeleine McCann hvarv úr einari íbúð í portugisiska frítíðarbýnum Praia da Luz, kannar løgreglan har nýggjar upplýsingar, sum hon hevur fingið.
Blaðið Diario Sur skrivar, at portugisiska løgreglan hevur fingið eina ábending um, at ein genta, sum líkist Madeleine, varð sædd í suðurspanska býnum Nerja fyrr í hesum mánaðinum. Hetta er ikki tann fyrsta ábendingin úr Spania, tí fyri nøkrum fáum mánaðum síðani fekk spanska løgreglan boð um, at onkur helt seg hava sæð Madeleine McCann í býnum Axarquia.
Madeleine McCann hvarv, tá hon var í Portugal saman við foreldrunum og tveimum yngri systkinum. Alment góvust myndugleikarnir at leita í 2008, men foreldrini, Gerry og Kate McCann, hava havt fólk at kanna málið, og av og á fáa myndugleikarnir boð um, at onkur heldur seg hava sæð ta horvnu gentuna.










