Helt seg hitta ein veruligan sjórænara

Smádrongurin í Nólsoy var hugtikin av krókinum á arminum hjá Virgari Joensen, sum einsamallur á báti tók 900 nátungar í heyst.

Á facebook-síðuni - Nólsoy í myndum - eru tey ófør at leggja út myndir av ymiskum sum fyriferst í bygdini. Á síðuni eru ofta eisini vanligar gerandismyndir, har menn og kvinnur sita á trænum og práta - ella sita við borðið úti á Nýggjaveg, har einasti handil í bygdini er.

 

Í heyst hevur nólsoyingurin, Virgar Joensen, sum býr í Danmark, og sum vit áður hava umrøtt her á in.fo, verið nakrar túrar eftir nátungum. Úr Nólsoy siga tey, at hann einsamallur á báti - og bert við einari hond - hevur tikið fleiri enn 900 nátungar.

 

Virgar misti í sínari tíð hondina av vanlukku umborð á skipi, men hetta helt honum ikki aftur í at gera alt arbeiði umborð. Sagt verður, at hann bæði kruvdi og bøtti minst líka so skjótt sum aðrir.

 

Nú um dagarnar var aftur mynd av Virgari á facebook-síðuni hjá nólsoyingum. Hesaferð situr hann í einum bili, og ein smádrongur stendur hugtikin og hyggur at krókinum, sum Virgar hevur á síni høgru hond.

 

Í summar hevur Kunningarstovan í Nólsoy havt fólk til at framføra leikir í bygdini, har sjórænari og prinsessa hava verið millum leikararnar. Ivaleyst hava fleiri børn í Nólsoy og onnur við sæð hesi fólk eftir vegnum.

 

Men, nú hesin drongurin sá Virgar Joensen, sum læt bilhurðina upp, helt hann, at hann sá ein rættiligan sjórænara - ein sjórænara við einari hond og veruligum króki á hinari, júst soleiðis sum tað eigur at vera, tá tað er ordiligt - og ikki bara er spæl hjá Kunningarstovuni í Nólsoy.