Um vikuskiftið kom Fakfelag Sjómansskúlalærara í Føroyum við eini fráboðan og átalu um, at Hans Johannes á Brúgv, fráfarni stjóri á Vinnuháskúlanum hevði sett seg sjálvan í starv sum lærara eftir summarferiuna.
Lærararnir gjørdu vart við, at fráfarni skúlastjórin ikki var skikkaður til starvið og ikki átti at hildið fram á skúlanum sum lærari og vera eitt haft um beinini á nýggja stjóranum.
Hans Johannes á Brúgv vil ikki hoyra um, at hann skal hava sett seg sjálvan í starv.
Hann søkti í mai eitt av leysu størvunum á skúlanum, og í juni boðaði setanarnevndin honum frá, at hann var innstillaður til starvið.
Hans Johannes á Brúgv helt ikki, at hann kundi skriva undir setanarskrivið hjá sær sjálvum og bað Mentamálaráðið um at vera myndugleikin, sum skrivaði undir. Hetta hendi 16. august, 10 dagar eftir at nýggja skúlaárið byrjaði.
Tvær vikur seinni svaraði Mentamálaráðið, at Hans Johannes á brúgv hevði fullan rætt til at søkja starvið, hóast hann var stjóri á skúlanum, tá ið hann søkti. Men trupulleikin var setanarnevndin, sum stjórin formliga sjálvur setti. Mentamálaráðið helt, at nevndin møguliga var ógegnum.
Tí avgjørdi Mentamálaráðið at lata setanina av starvinum ganga umaftur, og hesum skuldi nýggi stjórin á skúlanum taka sær av.
Hans Johannes á Brúgv sigur, at hann helt seg hava fingið starvið og byrjaði eisini at undirvísa, men hann hevur ikki fingið løn bæði sum stjóri og lærari hendan mánaðin.
Hann dugir ikki at síggja, hví hann ikki skal kunna vera lærari, tí hann hevur áður undirvíst á skúlanum.
Fakfelag Sjómansskúlalærara í Føroyum heldur fast við, at hann ikki hevur neyðuga førleikan til at undirvísa.
Felagið umboðar ikki allar lærararnar á skúlunum. Lærararnir eru í fýra ymiskum feløgum.