Helt mamman var ov góðtrúgvin

Eitt av vitnunum, sum varð avhoyrt seinnaparin í dag, var elsta dóttir Pidda og fyrrverandi konuna.

Hon segði, at seinastu ferð, hon tosaði við pápa sín var 8. oktober til ein føðingardag. Hann hevði tá sagt henni, at mamman og døturnar saktans kundu flyta inn í húsini á Gerðisvegi, men at eingin maður mátti flyta inn við.

Hon greiddi eisini frá, at hon síðst í oktober fekk at vita frá mammuni, at tey skuldu flyta inn á Gerðisvegi 34, men tað mátti haldast loyniligt, at ákærdi maðurin eisini skuldi flyta inn har.

Hon segði eisini, at mamma sín hevði víst henni myndir av einum flottum húsum við flottum bili uttan fyri og sagt, at tað vóru húsini hjá ákærda. Men hesum vildi dótturin ikki trúgva, tí hon helt ikki tað gav nakra meining at eiga so flott hús í Kroatia og so koma til Føroya at arbeiða á Bakkafrost.

Hon helt mammuna vera alt ov góðtrúnna at taka alt fyri góða vøru, sum ákærdi maðurin greiddi henni frá.