FÓTBÓLTUR
Tá allir 10 útispælararnir renna og tuska í tilsamans 97 minuttir, yvirtíð í báðum hálvleikum íroknað, er ikki minst umráðandi, at ein tryggur skansi er aftan fyri teir í málinum. Og tað var tað í gjárkvøldið, tá Jóan Pauli Dahl Jakobsen vardi føroyska U21-málið.
Í fyrra hálvleiki vóru russisku atsóknirnar ikki so nógvar, men í seinna hálvleiki, tá bjørnin royndi at bíta frá sær í deyðsangist, kundi vandi staðist av í fleiri førum. Men ein bjarging við fótparadu, ein í fullari longd og annars myndugleiki inni á strikuni gjørdu sítt til, at bólturin ongantíð fór inn.
Tað eydnaðist Jóan Paula at halda føroyska málið reint allan dystin á tamb, og tískil kundi flotta úrslitið eisini standa við stórum tølum á máltalvuni: 1-0 til Føryar!
– Hetta var heilt fantastiskt og heilt ótrúliga stórt. At fáa trý stig í dag, er heilt ótrúligt, men tað vísir seg, at tað hevur givið úrslit hjá okkum, at vit hava arbeitt so hart, segði ein ovurfegin Jóan Pauli eftir dystin.
– Vit høvdu ikki ein góðan dyst leygarkvøldið. Fyri summi er tað kanska í lagi at tapa 0-4 fyri Rumenia, tá tað er Føroyar, men vit sikta so hægri og ætla okkum stig í hvørjum dysti.









