Helt innihaldið loyniligt

– Helle Fagralíð, sum hevur føroyskar røtur, fær sítt stóra gjøgnumbrot við hesum filminum, sigur Nils Malmros, leikstjóri

Nýggi filmurn hjá Nils Malmros, Sorg og glæde, verður frumsýndur 14. november.
Høvuðsleiklutirnar sum tey bæði, Nils Malmros og konan Marianne Tromholt, hava sjónleikararnir Helle Fagralid og Jacob Cedergren. Og Nils Malmros væntar sær nógv av teimum.
– Tey spæla sínar leikutir meistarliga væl, og eg eri vísur í, at Helle Fagralid fær eitt rættiligt gjøgnumbrot við hesum filmi, sigur Nils Malmros.
Hella Fagralid hevur føroyskar røtur.
– Eg havi sagt við hana, at hon eigur at stava navnið hjá sær við ð, soleiðis sum tað eigur at verða gjørt á føroyskum, sigur Nils Malmros skemtandi.
Hann sigur eisini, at tá Helle Fagralíð kom til casting, hevði hon eina mynd av sær í føroyskum búna.
– Det bevægede mig, sigur hann.
Men hann er skjótur at leggja afturat, at tað als var ikki tí, at hon fekk leiklutin.
Omma Helle Fagralid var Josta Fagralíð, sum var ættað úr Leirvík, men vaks upp hjá Berhard og Honnu Fagralíð í Klaksvík. Josta hevði Lillå sum eftirnavn, men tá ið Benhard og Hanna fingu sær Fagralíð sum eftirnavn, tók hon eisini eftirnavnið til sín. Josta varð gift í Helsingør og fekk tvær døtur. Onnur teirra er mamma Helle Fagralid.
Nils Malmros sigur, at hann vil ikki tosa um sjálvt innihaldið í filminum, tá fólk ikki hava sæð hann. Tí tað ber ikki til. Men hann hevur einki ímóti at greiða Sosialinum frá, at filmurin snýr seg um hendan svára sorgarleikin, sum var teimum fyri, tá konan í psykosu drap einkarbarn teirra.
Onkrar upptøkur til filmin eru gjørdar í heiminum hjá Nils Malmros.
– Tað er tí, at vit høvdu brúk fyri nøkrum vetrarupptøkum. Og tá veturin brádliga var har, so máttu vit gera upptøkurnar, og so valdi eg bara at brúka heima okkara. Men innanduraupptøkurnar eru næstan allar gjørdar í studio, har heim okkara er endurskapt.
Sjálvt um Marianne Tromholt var varðhaldsfongslað in absentia, var hon – eftir at hava ringt til løgregluna – so illa fyri av gerð síni, at politiið als ikki fekk avhoyrt hana.
– Men svarini eru í filminum, sigur Nils Malmros.
– Kona mín kom sum kunnugt ikki í fongsul, men fekk ein viðgerðardóm í hálvt annað ár.
Gjøgnum alla tilgongdina við filminum hevur tað eydnast Nils Malmros at halda innihaldið í filminum loyniligt.