Eingi fólkaskaði var, men báðir bilarnir fingu stóran skaða, og hjálp mátti fáast at flyta teir burtur, sigur vakthavandi á løgreglustøðini.
Sambært løgregluni er talan um eitt víkiskylduóhapp, har tann eini bilførarin verður skuldsettur fyri brot á víkiskylduna. Viðkomandi missir koyrikortið, og skal tískil upp til nýggja koyriroynd, sigur vakthavandi.