Helt ikki treytaleysa víkiskyldu

Klokkan 17:15 í gjár fekk løgreglan boð um eitt ferðsluóhapp í Hósvík

Óhappið hendi, har vegurin frá bryggjuni kemur saman við landsvegnum. Sambært løgregluni helt ein bilur, sum kom frá bryggjuni, ikki treytaleysa víkiskylduna og koyrdi út á vegin. Ein bilur, sum koyrdi suðureftir, og bilurin, sum kom frá bryggjuni, rendu saman.

Bilarnir fingu nakað av materiellum skaða, men eingin fólkaskaði hendi.

Ferðsluóhapp er áður hent á júst sama staði.