Helt ikki Oswald vera einsamallan

Robert F. Kennedy, sum var løgmálaráðharri, tá bróðurin John F. Kennedy, forseti, varð myrdur í Dallas, var alla tíðina sannførdur um, at Lee Harvey Oswald var ikki einsamallur um drápið.

Tað segði Robert F. Kennedy yngri á einari samkomu í Dallas í gjár. Hann segði, at pápi hansara var ikki nøgdur við avrikið hjá Warren-nevndini, sum kannaði drápið. Nevndin kom til ta niðurstøðu, at Lee Harvey Oswald hevði verið einsamallur um avgerðina at beina fyri forsetanum.

Alment styðjaði Robert F. Kennedy Warren-nevndina, men sambært soninum var hann ikki nøgdur við arbeiði hennara. Tí hevði hann biðið embætismenn í løgmálaráðnum kanna, um mafian, CIA ella onkur felagsskapur høvdu havt tilknýti til forsetamorðið. Sambært Robert F. Kennedy yngra kom pápin ikki til nakra avgjørda niðurstøðu, men at hann var sannførdur um, at onkur annar enn Lee Harvwy Oswald átti lut í morðinum í Dallas.