Fótbóltur
- Eg helt meg hava fult tamarhald støðuni, og eg ætlaði at stúta bóltin út til innkast ella horna. Men eg verði órógvaður, tá eg leypi upp, og so komi eg at stúta bóltin í kassan, og tí taki eg fulla ábyrgd av.
Men tað sá nú ikki út til, at hetta órógvaði teg nakað serligt restina av dystinum?
- Tað kann tað ikki. Eg royni at hava ein professionellan hugburð á vøllinum, og so nyttar tað einki at hugsa um tað, sum er farið.
Seinni í dystinum vóru tvær ferðir innlegg, har tú tveitir teg inn í føroyska brotsteigin og stútar burtur. Vart tú ikki bangin fyri, at tað sama kundi henda aftur.
- Nei. Eg eri ongan tíð bangin á einum fótbóltsvølli, var kontanta svarið frá Jón Róa Jacobsen.