Soleiðis greiðir danin Peter Christensen frá, tá stóra ferðamannaskipið Costa Concordia fríggjakvøldið sigldi á ein boða út fyri italsku strondini. Peter Christensen var umborð á ferðamannaskipinum saman við konuni og einum øðrum pari.
Tey fýra vóru inni á størstu matstovuni umborð á skipinum, tá tað brádliga bleiv rættiliga rokaligt.
- Øll fóru í panikk, tá skipið rendi á. Bæði fólk, gløs og onnur ting vóru um tað heila, greiðir Peter Christensen frá.
Sambært tí 67 ára gamla dananum frá Nordborg á Als merktu ferðafólkini eina risting í skipinum, í tí at skipið sigldi á boðan.
- Stutt aftaná fór ljósið, og so bleiv alt myrkt. Fólk róptu, summi skríggjaðu, og nøkur runnu runt sum vóru tey í øðrviti, sigur Peter Christensen.
- Neyðljósini blivu tendrað, og tá greiddi manningin umborð á skipinum okkum frá, at alt var í lagi, og at vit skuldu vera har, vit vóru stødd, greiðir Peter Christensen frá. Tað gekk tó ikki long tíð, áðrenn Peter Christensen dugdi at síggja, at støðan var væl verri, enn manningin á skipinum var greið yvir.
- Brádliga fór skipið á aðru liðina, og tá gjørdust fólk aftur frá sær sjálvum. Eg má viðganga, at tá ivaðist eg eisini sjálvur, um vit nakrantíð fóru at koma av skipinum aftur.
Eina løtu seinni rópti manningin, at øll ferðafólkini skuldu fara til eitt ávíst dekk, og tá vistu teir fýra danskararnir, at ætlanin var, at fáa øll 4200 ferðafólkini í bjargingarbátar.
- Tá hugsaði eg um Titanic og var bangin, tí eg visti ikki, hvat kundi fara at henda. Fólk trokaðu øgiligt, og vit leitaðu í eina góða løtu eftir bjargingarbáti, sigur Peter Christensen. Tað eydnaðist teimum at enda at sleppa í ein bjargingarbát og at koma í land, men enn var ikki rættiliga sloppið
- Har var eingin at hjálpa okkum, tá vit komu í land, og vit bíðaðu í fýra tímar niðri við vatni eftir tveimum bátum, ið skuldu fáa okkum inn á meginøki, greiðir Peter Christensen frá. Hann sigur, at tey øll fýra hava tað gott eftir umstøðunum.
Italsku myndugleikarnir siga, at 3.200 ferðafólk vóru umborð á Costa Concordia, og at manningin taldi 1.000. Costa Concordia er eitt av størstu skipunum í Costa-flotanum.