Oscar Pistorius greiddi í dag rættinum í Pretoria frá, hvat hendi ta náttina, tá hann skjeyt unnustu sína, ta 29 ára gomlu Reeva Steenkamp. Hansara frágreiðing er, at talan var um eitt syrgiligt óhapp.
-Vit høvdu avtalað at vera heima við hús hetta kvøldið. Klokkan 22 fóru vit í kamarið. Hon gjørdi nakrar yoga-venjingar, og eg hugdi í sjónvarp. Eg hevði tikið tey eftirgjørdu beinini av. Seinni fóru vit í song, segði Oscar Pistorius í rættinum. Um sjálva hendingina segði hann:
-Eg fór út á svalan, og tá hoyrdi eg ljóð úr baðirúminum. Eg bleiv hjartkiptur, og eftir sum eg ikki hevði tey eftirgjørdu beinini, kendi eg meg veikan. Eg skjeyt inn ígjøgnum baðirúmhurðina og segði við Reeva, at hon skuldi ringja til løgregluna.
-Reeva var ikki í songini. Tá skilti eg, at hon kundi vera í baðirúminum. Hurðin var stongd, men eg fekk hana upp. Eg royndi at fáa lív í Reeva, men hon doyði í føvninginum hjá mær. Nú aftaná skilji eg, at Reeva var farin í baðirúmið, meðan eg lat hurðina út á svalan aftur, segði Oscar Pistorius í rættinum í dag.
Hann noktar seg sekan í drápi og krevur at sleppa leysur ímóti veði.