Helt eg andaði fyri seinastu ferð

- Eg minnist, at eg lá í sjúkrahússongini og fekk brádliga ringt við at anda. Tá helt eg, at mín seinasta løta var komin. Soleiðis sigur 70 ára gamli Janus Jacobsen úr Klaksvík. Tað, sum skuldi vera ein hugnalig feria í Keypmannahavn í summar, bleiv knappliga broytt til eina lívshættisliga støðu, tá Janus Jacobsen fekk blóðeitran og bleiv álvarsliga sjúkur. Í dag hevur hann ongar føtur og bert fingrastubbar, men hevur framvegis mót upp á lívið

- Eg helt bara, at eg hevði livurhøgg, og at tað var nakað, ið fór at ganga yvir. Men soleiðis bleiv tað ikki.

Tað sigur Janus Jacobsen, sum í hesum døgum er á Klaksvíkar Sjúkrahúsið, har hann er til uppvenjing eftir at hava ligið í hospitalssong í útvið tveir mánaðir á Ríkissjúkrahúsinum í Keypmannahavn.

Í juni mánaði í summar fór hann til Keypmannahavnar, har konan, Hannilena, ið dagliga arbeiðir sum økonoma í køkinum á Klaksvíkar Sjúkrahúsið, hevði fingið nakrar vikur av arbeiði í køkinum á Hotel Tórshavn.

- Ætlanin var, at eg skuldi verða niðri , ein part av tíðini, hon arbeiddi har, og so kundu vit hugna okkum og taka okkum av løttum í danska høvuðstaðnum, greiðir Janus Jacobsen frá.

Henda ferðin í Keypmannahavn bleiv tó ikki til enn eitt gott feriuminni úr Keypmannahavn, har tey mangan áður hava verið og hildið frí.

Ein blóðeitran í maganum førdi við sær, at læknarnir á Rikissjúkrahúsinum høvdu ikki aðrar møguleikar enn at taka báðar føturnar og partar av fingrunum hjá Janusi Jacobsen, um hann skuldi yvirliva.


Byrjaði við magapínu

Tað var tann eina dagin í Keypmannahavn, at Janus Jacobsen brádliga gjørdist illa fyri.

- Vit høvdu gingið ein langan túr eftir Lange Linie, áðrenn vit fóru við bussi út á Gentofte Hospital at vitja onkran, vit kendu. Eg minnist, at eg segði við konuna, at eg helt meg hava fingið livurhøgg av gongutúrinum, tí eg merkti eina løgna pínu í maganum, fortelur Janus Jacobsen, sum ikki grunaði, at nakað álvarsamt kundi vera á vási.

- Eg fekk tað verri og verri, og tá vit vóru komin út á sjúkrahúsið í Gentofte, mátti eg bara leggja meg í eina song, sum stóð ballað in í plastikk har á gongini. Eg hevði ikki ánilsi av, at tað var heilt galið við mær, hóast pínan versnaði og eg var illa fyri, sigur Janus Jacobsen, sum eina løtu seinni bleiv koyrdur á skaðastovuna av tveimum portørum.

Á skaðastovuni bleiv hann væl kannaður, blóð- og urinroyndir blivu tiknar, blóðtrýstið mátað og so framvegis. Læknarnir dugdu ikki at finna nakað, og Janus Jacobsen kundi fara heimaftur í íbúðina á Oyrasundi.

- Tá vit komu útum, fór eg at spýggja øgiligt, men síðani kendi eg meg sum fiskurin, sigur Janus Jacobsen.

Tá tey nærkaðust Oyrasundskollegiinum, ringdi fartelefonin. Tá var tað ein lækni, ið bað tey koma aftur á sjúkrahúsið dagin eftir, tí tey høvdu sæð okkurt í blóðroyndunum.

- Tey hildu seg hava sæð okkurt í gallgongini, so tá eg fór at sjúkrahúsið dagin eftir, blivu ymsar royndir gjørdar, og eg bleiv eisini kannaður við ultraljóði. Nakað aftaná kom læknin og bað meg koma við sær í viðtaluhølið. Tey høvdu sæð okkurt í brisinum, og hildu tað vera krabbamein, sigur Janus Jacobsen, sum fór heim av sjúkrasúsinum og fortaldi konuni um hetta, tá hon kom heim frá arbeiði.

- Vit hugsaðu ikki so nógv, haldi eg. Eg var framvegis illa fyri og hevði pínu í maganum, so eg fór bara í song.

Varð funnin uttan vit

Næsta morgun var konan tíðliga á fótum, tí hon skuldi til arbeiðis. Áðrenn hon fór avstað, spurdi hon Janus, sum enn lá og svav, um hann kendis eg sjúkan, men hann svaraði bara, at tað visti hann ikki reiðiliga.

- Nakað eftir at hon var farin til arbeiðis, vaknaði eg og vildi spýggja. Eg fór út á baðiverilsi og spýði, og so hevði eg tað hampiligt og fór í køkin at fáa mær morgundrekka. Síðani fór eg inn í kamarið aftur at leggja meg, og síðani veit eg ikki meir, fortelur Janus Jacobsen.

Konan, sum var til arbeiðis til nakað út á seinnapartin, hevði ringt fleiri ferðir á fartelefonina hjá Janusi, men eingin maður kom til. Tá hon kemur heim, finnur hon Janus liggjandi á gólvinum við songina. Hann var í øðrviti, ógvuliga heitur, og konan sá, at her var heilt galið.

- Hon ringdi eftir ambulansu, sum kom rættiliga skjótt, og ein annar bilur við lækna kom eisini. Teir tóku fepur av mær, og eg hevði 41,7 í fepri, sigur Janus Jacobsen, sum ikki sjálvur minnist hesa hendingina, men hevur fingið tað fortalt frá konuni.

Við útrykningi bleiv hann koyrdur á Ríkissjúkrahúsið, har hann fyrst koma á traumasentrið.
Har bleiv hann aftur kannaður væl og virðliga. Ein skanning vísti, at bruni lak út frá gallgongini og brisinum, og læknarnir hildu, at Janus eisini hevði gallstein. Hann bleiv síðani fluttur av traumasentrinum og niðan á intensivu deild.

Fingrar og beinini blánaðu

Bæði læknar, sjúkrarøktafrøðingar og kona Janus løgdu til merkis, at tað ikki stóð væl til hjá Janusi. Seinni sama dag bliv hann lagdur í respirator.
- Eg minnist ta einu løtuna, tá eg fekk ilt við at anda. Tá helt eg, at mín seinasta løta var komin. Men eg bleiv lagdur í respirator, og lá við tí tólinum í nakrar dagar. Eg fekk ikki tosað, av tí at eg lá við respiratori, og heldur ikki fekk eg samskift við nakran við at skriva, tí hendurnar vóru veikar og bláar, greiðir Janus frá.


- Tey sóu, at fingrar og bein vóru køld og byrjaðu at blánað. Orsøkin til at eg bleiv bláður, var tann, at blóðrenslið ikki slapp út í fingrarnar og beinini, og læknarnir søgdu, at eg mátti taka gallsteinin, sum teir hildu meg hava, mátti út alt fyri eitt, tí kom bruni longri út í kroppin, so var liðugt, greiðir Janus Jacobsen frá.

Næsta dag bleiv hann lagdur undir skurð, men eingin gallsteinur var at finna. Læknarnir fingu tó opað, soleiðis at tað ikki longur var tipt, og blóðrensli kundi aftur ferðast frítt í kroppinum.

- Tá læknarnir høvdu opað, byrjaðu beinini at rodna nakað, men tey vóru ljót og ógvuliga hovin. Eisini fekk eg bløðrur á beinini. Hóast eg var illa fyri hesar dagarnar, hevði eg fult vit, fortelur Janus Jacobsen.

Hóast blóðrenslið var komið í gongd aftur, versnaði Janus. Fingrarnir vóru veikir, og beinini framvegis blálig.



Mátti amputerast

Blóðrenslið riggaði, men hvørki fingrar ella føtur blivu betur. Tvørturímóti.

- Ytsti liðirnir á fingrunum blivu svartir, spískir og kaldir. Eg minnist, at eg segði við konuna, at hetta fór ikki at blíva til fingrar aftur, sigur Janus Jacobsen, sum ikki minnist nakað til, at hann var bangin alla hesa tíðina.

- Eg var doyvdur við ymiskum heilivági, so eg merkti í roynd og veru einki til nakra pínu sum so, men tað stóð illa til við mær. Konan fekk at vita frá læknunum, at tað ikki var víst, at eg yvirlivdi hetta, tí tað var stórur vandi fyri,at hann fekk hjartasteðg. Kona mín bleiv spurd, um teir skuldu livna meg upp aftur, um so var, at eg fekk hjartasteðg. Hon svaraði ” ja, det vil jeg meget gerne”, fortelur Janus Jacobsen, sum í eina tíð var í dialysu, av tí at nýrini ikki arbeiddu, sum tey skuldu.

Tá læknarnir funnu útav, frá hvørji bakteriu brunin í maganum stavaði, kundi Janus fáa rætta heilivágin. Og hann gjørdist betur fyri.

- Men sjálvt um eg fekk tað betri, og tølini eisini gjørdust betri, so sóu vit øll, at føturnar og fingrarnir vóru oyðiløgd. Læknarnir søgdu eisini nakrar ferðir, at okkurt mátti gerast við føturnar og fingrarnar, men júst hvat, teir skuldu gera, søgdu teir ikki beinanveg, fortelur Janus Jacobsen og heldur fram.

- Eg varð fluttur av dialysudeildini á kirurgideildina. Tá fekk eg boðini um, at føtur og fingrar máttu takast. Eg spekuleraði ikki stórvegis um hetta, tí eg dugdi at síggja, at tað stóð so illa til, at tað var eingin annar útvegur, greiðir Janus Jacobsen frá.

Føturnar og partar av fingrunum blivu tikin undir somu skurðviðgerð.

Avbjóðingar í gerandisdegnum

Tá skurðviðgerðin var av, vaknaði Janus uttan føtur, og eisini var tað mesta av fingrunum tikið.

- Sjálvandi var tað løgið. Onkuntíð enn kann eg merkja tærnar, og eisini havi eg eitt lítið sindur av fantompínu, men tað kunnu læknarnir ikki geva heilivág fyri, fortelur Janus Jacobsen.

Báðar tumlarnar hevur hann framvegis. Sum vikurnar gingu, gjørdist Janus birgari fyri hvønn dag, og hann kom heim til Klaksvíkar fyrst í august mánaði, har hann hevur verið til uppvenjingar síðani.

- Enn havi eg ikki hugsað so nógv um, hvussu eg skal klára meg, men sjálvandi eru onkrar avbjóðingar. Eitt nú er trupult at knappa skjúrturknappar, og eisini má eg brúka annarleiðis hættir at halda í gafli og knívi. Í næstum fari eg til Danmarkar at fáa protesur til beinini, og so taka vit tað, sum tað kemur við tí, sigur Janus Jacobsen og leggur afturat, at hann er lættur av lyndi, og tað er ein góður eginleiki í hesi støðu.

- Eg havi ikki hugsað stórvegis um, at tað kundið gingið heilt galið. Eg havi alla tíðina verið róligur, og nú eri eg bara glaður um, at tað heila spældi so væl av hóast alt, sigur Janus Jacobsen, sum heimkomin úr Danmark hevur verið til onkran fótbóltsdyst, á kafé, biltúr. Í farnu viku gjørdist hann 70 ára gamal, og tað bleiv hátíðarhildið við eini 300 føðingardagsgestum í Betesta í Klaksvík.

Og hann er við gott mót, hóast gerandisdagurin er nógv broyttur.

- Eg síggi í sjónvarpinum, at teir renna kapp við protesum. Um eg fari tað, tað skal eg ikki siga, men fái eg gingið og stiðjað meg, so er tað gott.