Helt beinið var brotið

Rógvi Weyhe verður ikki tøkur aftur fyribils hjá KÍF

 

 

Talan var um týdningarmiklan sigur, sum KÍF vann móti VÍF leygardagin. Stigini fegnast tey í Kollafirði sjálvandi um, men minni gott var tað, at Rógvi Weyhe tíðliga í dystinum mátti skaddur av vøllinum.

 

Hann noyddist á sjúkrahúsið, og har kundi staðfestast, at talan var ikki um beinbrot.

 

-Fóturin er heilt illa farin. Kanska er talan um liðband, sum er slitnað, men her og nú fingu tey einki gjørt, tí fóturin er somikið hovin. Eg fekk boð um at fara heim og hava ís á, og so skal eg aftur á sjúkrahúsið um nakrar vikur, tá fóturin ikki er heilt so hovin, sum hann er nú, sigur Rógvi millum annað í viðtali við Sosialin.

 

Til ber at lesa Sosialin HER