Tað tók ikki serliga langa tíð, áðrenn heimsmeistarin í supferfjøðurvekt, Jorge Linares, reyk í gólvið, tá hann leygarkvøldið vardi heitið í dystin móti Juan Carlos Salgado úr Mexico. Longu í fyrsta slagnum setti Salgado eitt framúr vinstra-hook inn á Linares, sum small í gólvið. Meistarin kom uppaftur, men hann var als ikki klárur, og tað gingu bara nøkur sekund, áðrenn hann aftur lá á gólvinum – og hesa ferð í meira enn tíggju sekund.










