Helst verður koyrandi um eini 12-13 ár

– Ein Suðuroyartunnil hevur ikki bara nakað at siga fyri suðuroyingar, men eisini fyri allar Føroyar, tí Suðuroyggin hevur nógv at bjóða føroyingum, sigur borgarstjórin í Vágs kommunu

Hvørjar vónir hevur tú um, at Suðuroyggin fer at fáa fast samband við meginøkið?

 

– Enn havi eg góðar vónir um, at Suðuroyggin fær fast samband við Sandoynna. Tað fæst ikki full nytta úr Sandoyartunlinum, fyrr enn Suðuroyartunnilin er komin.

 

Tað sigur borgarstjórin í Vágs kommunu, Bjarni Johansen.

 

Hvønn týdning fer ein undirsjóvartunnil at hava fyri Suðuroynna?

 

– Fyri okkum hevur ein Suðuroyartunnil nógv at siga. Sum nú er, so minkar fólkatalið, og aldursbýtið gongur skeiva vegin. Tað merkir, at tað verða færri ung sum seta búgv í Suðuroynni.

 

Borgarstjórin vísir á, at tað hevur stóran týdning, at Suðuroyggin fær eitt álítandi samband við restina av Føroyum.

 

– Eitt samband, sum ger tað møguligt at búgva í Suðuroynni og arbeiða norðanfjørðs.

 

Bjarni Johansen leggur aftrat, at ein Suðuroyartunnil hevur ikki bara nakað at siga fyri suðuroyingar, men eisini fyri allar Føroyar, tí Suðuroyggin hevur nógv at bjóða føroyingum.

 

Hvør verður framtíðin hjá Suðuroynni, um oyggin ikki fær fast samband við meginøkið?

 

– Fáa vit ikki ein Suðuroyartunnil, so koma Føroyar at hava eina sera dýra samferðsluloysn í nógv ár framyvir, sum kortini ikki verður ein haldbar loysn.

 

Bjarni Johansen vísir á, at her verða eitt ella tvey skip á farleiðini, sum skulu sigla fleiri túrar enn í dag millum Suðuroynna og miðstaðarøkið.

 

– Hetta kemur at kosta millum 200 og 300 miljónir krónur um árið í rakstri, umframt íløgur í tvey skip. So her verður helst talan um einar tvær miljardir.

 

Borgarstjórin setir sær eisini spurningin, hvørjar loysnir annars kunnu gjørt tað áhugavert at búgva í Suðuroynni, og hann heldur fyri, at Suðuroyggin kanska kundi verið eitt lágskattaøkið ella tollfrítt øki.

 

– Longu nú burdi oyggin havt ein lægri kostnað fyri el. Framleiðslan hjá SEV í Suðuroynni er grøn størsta partin av tíðini. Tískil burdi tað verið upplagt, at íbúgvarnir í Suðuroynni høvdu ein lægri kostnað á el-prísunum, sigur hann.

 

Hevur tú eitt boð uppá, nær ein undirsjóvartunnil undir Suðuroyarfirði kann gerast veruleiki?

 

– Eg vænti, at tað verður koyrandi undir Suðuroyarfirði um eini 12-13 ár, sigur Bjarni Johansen, borgarstjóri í Vágs kommunu.