Helst var orsøkin eitt menniskjansligt mistak

Fimm fólk lótu lív í Svøríki mánadagin, tá ein 20 metrar høg lyfta datt í vøllin. Nú sigur veitarin, at orsøkin til vanlukkuna var eitt menniskjansligt mistak, sum ikki eigur at henda.

Svensku miðlarnir, Expressen og Aftonbladet, vistu mánadagin at siga frá einari syrgiligari arbeiðsvanlukku í Svøríki.

 

Talan var um eina lyftivanlukku á einum byggiplássi í Sundbyberg, nærindis Stokkhólmi. 

 

Svensku miðlarnir vistu at siga, at lyftan datt umleið 20 metrar, áðrenn hon rakti vøllin.

 

Í fyrstani varð hildið, at fýra fólk høvdu latið lív, men tá til stykkis kom, lótu fimm fólk lív í arbeiðsvanlukkuni.

 

Í dag sigur veitarin av lyftini í tíðindaskrivi, at orsøkin til vanlukkuna helst er staðfest.

 

Og tað, sum er hent, er sambært veitaranum tað ringasta, sum kundi henda.

 

Sum skilst vísa myndir av byggiplássinum, at tvær sektiónir av lyftu-mastrini ikki vóru boltaðar saman.

 

- Hetta er ræðuligt, og slíkt má ikki henda. Hetta er avgjørt tað ringast hugsandi mistakið, sigur veitarin við svenska, Aftonbladet.