FSF skrivar á heimasíðuni, at tá atgongumerkjusølan lat upp klokkan 9 í morgun, tók tað bara ein tíma, áðrenn 1.200 atgongumerki vórðu seld.
Enn eru nøkur fá atgongumerki tøk á hemasíðuni, men tað er í løtuni alt, sum bendir á, at FSF stendur í teirri óvanligu og gleðiligu støðuni, at A-landsliðið tríggjar heimadystir á rað spælir fyri fullsettum heimavølli.
Dysturin móti Rumenia verðr spældir 11. oktober.










