Tað tykist sannlíkt, at tað verða tvær broytingar á føroyska liðnum til dystin í kvøld í mun til liðið, ið byrjaði dystin móti Norðurírlandi fyri einum mánaði síðan. Onnur broytingin er, at Rene Tórgarð stendur í mál fyri skadda Jákup Mikkelsen.
Tað ljóðar úr føroysku leguni, at talan verður ikki um nakra hópútskifting á liðnum, híast liðið tapti 4-0 seinast. Umframt Rene Tórgarð, so tykist tað sannlíkt, at Pól Jóhannus Justinussen kemur inn aftur á liðið eftir leikbann fyri Daniel Udsen. EB/Streyma miðvallarin hevur havt ein skaða í øsklini.
Tað merkir, at miðvøllurin verður mannaður Fróða Benjaminsen og Súna Olsen mitt á og Hjalgrím Elttør í høgru og Pól Jóhannus Justinussen í vinstru. Í mun til dystin í Norðurírlandi verður tó mett, at Christian L. Holst kemur at hava eina meiri verjukenda uppgávu í kvøld. Hann skal helst tryggja at Andrea Pirlo ikki sleppur at spæla sær á miðvøllinum.
Føroyska liðið, sum vit meta tað verður:
Rene Tórgarð
Jónas Tór Næs, Atli Gregersen, Rógvi Baldvinsson, Jóhan T. Davidsen
Hjalgrím Elttør, Fróði Benjaminsen(liðsk), Sùni Olsen, Pól Jóhannus Justinussen
Christian L. Holst
Jóan Símun Edmundsson
Dysturin millum Føroyar og Italia á Tórsvølli byrjar klokkan 19:45 í kvøld.