Tað er helst størsta skiftið í føroyskum ítrótti nakrantíð. Týska stórfelagið, THW Kiel, hevur í dag váttað, at Elias Ellefsen á Skipagøtu verður nýggjur spælari í felagnum, og hann er ætlaður at stóran leiklut í felagnum.
Svenskir miðlar hava gitt, at skiftið fór at verða í næstum. Og rætt høvdu teir. Í dag boðar THW Kiel frá, at felagið hevur gjørt ein fýra ára sáttmála við hyoyvíkingin Elias Ellefsen á Skipagøtu, sum komandi summar skiftir til týska felagið frá svenska IK Sävehof.
Elias á Ellefsen á Skipagøtu fór fyri tveimum árum síðan úr barndómsfelagnum, H71, til svenska felagið, IK Sävehof. Her hevur hann vunnið bæði meistaraheitið og svensku steypakappingina. Systkinabarnið, Óli Mittún, er farin úr H71 til Göteborg, at spæla við IK Sävehof í summar. Sostatt verða teir liðfelagir í eitt litið ár.










