Helst ongin flúgving til Danmarkar í morgin

Forsagnirnar geva ringar vónir fyri flúgving til Danmarkar í morgin. Tað staðfestir Atlantsflog, eftir at hava kannað forsagnirnar fyri, hvussu øskudálkingin fer at hátta sær í morgin.

- Tí hava vit gjørt av, at steðga allari flúgving í morgin fyrrapart, sigur Rasmus Niclasen á Atlantsflogi.

Nærri boð um tað verða givin á miðdegi í morgin.

Tað er tó sannlíkt, at ongin flúgving yvirhøvur verður til Danmarkar sunnudagin. Hinvegin eru vónirnar betur fyri, at Norra sleppur lutvíst undan øskustreyminum í morgin, sum vit greiða longur niðri á Portalinum.

Í tí sambandi er ætlanin at flúgva ein túr til helst Bergen seinnapartin í morgin.Men hetta er tó treytað av veðri, og at nóg nógv ferðafólk vilja fara við. Atlantsflog sigur, at ferðafólk kunnu tekna seg til túrin á www.atlantic.fo/Default.aspx .

Endalig støða til henda túrin verður tikin fyrrapartin í morgin men hetta gevur so fólki høvi til at sleppa inn á meginlandið og tey, sum lukkast til Noregs, kunnu eisini sleppa heim aftur við