Demokratarnir vunnu sum væntað valið til amerikanska Umboðsmannatingið, og fyri fyrstu ferð fær tingið eina kvinnu til formann. Men senatsvalið gjørdist sera javnt, og tað endaliga úrslitið kemur kanska ikki fyrr enn um eina viku.
Klokkan níggju í morgun var støðan í Senatinum 49-49, eftir at demokratarnir høvdu tikið senatssessirnar í Ohio. Rhode Island, Pennsylvania og Missouri frá republikanarunum. Sostatt vóru úrslitini í teimum báðum seinastu statunum, Montana og Virginia, avgerandi. Hjá demokratunum var støðan greið. Teir skuldu vinna í báðum statunum fyri at tryggja sær meiriluta, meðan republikanararnir kundu varðveita meirilutan við at vinna í øðrum.
Í Virginian vóru 2,4 milliónir atkvøður, og tá 99 prosent vóru taldar, vóru ikki meiri enn einar 2.000 atkvøður á muni millum tey bæði valevnini. Sambært CNN lá republikanski senatorurin George Allen frammanfyri, men sambært valnevndini í Virginia lá demokratiski avbjóðarin James Webb á odda. Tá vóru nøkur valstøð eftir at telja, og hetta vóru yvirhøvur valstøð, har demokratarnir standa sterkir.
Í Montana vóru 81 prosent av atkvøðunum taldar fyrrapartin, og tá lá demokraturin Jon Tester eitt vet framman fyri republikanska senatorin Conrad Burns. Sambært CNN var munurin bara eitt prosentstig. Harafturat hevði valnevndin gjørt av at telja eitt valstað av nýggjum.
Men tað er als ikki vist, at valið til Senatið verður greitt í dag. Amerikanskir fjølmiðlar vísa á, at eftir valreglunum í Virginia kann taparin krevja umteljing, um munurin millum valevnini er minni enn eitt prosent, og tað kann væl henda.
Hinvegin er valdsbýtið í Senatinum greitt, um republikanararnir vinna í Virginia ella í Montana, tí so endar valið við, at teir báðir flokkarnir fáa 50 senatorar í part. Tað gevur republikanarunum valdið, tí reglurnar siga, at stendur á jøvnum í Senatinum, er tað varaforsetin, sum eigur ta avgerandi atkvøðuna. Og Dick Cheney er republikanari.
Kvinna formaður
Í Umboðsmannatinginum hava demokratarnir fingið meirilutan fyri fyrstu ferð í tólv ár. Teir fingu 221 av teimum 435 tingsessunum, og tað ber í sær, at fyri fyrstu ferð nakrantíð fær amerikanska Umboðsmannatingið eina kvinnu í formansstólin.
Tað er tann 66 ára gamla Nancy Pelosi, og hon var eisini skjót at gera vart við valsigurin hjá demokratunum:
-Valið hevur víst, at amerikanska fólkið krevur broyting í Irak-politikkinum. At halda fast við ta løgdu kósina hevur ikki gjørt land okkara tryggari, og tað hevur ikki gjørt støðuna í krígsøkinum tryggari, segði Nancy Pelosi í nátt.
Hon eggjaði George W. Bush, forseta til at samstarva við demokratarnar.
-Hendan vanlukkan kann ikki halda fram. Tí siga vit við forsetan: Harra, forseti, okkum tørvar eina nýggja kós í Irak. Lat okkum arbeiða saman fyri at finna eina loysn.
Ásannaði ósigurin
Hvítu Húsini kunngjørdu í morgun, at George W. Bush, forseti, fer at halda tíðindafund seinnapartin, har hann fer at siga sína hugsan um valúrslitið. Men talsmaður forsetans ásannaði ósigurin hjá republikanarunum:
-Tað sær út til, at demokratarnir hava fingið meirilutan í Umboðsmannatinginum, og vit fyrireika okkum til at arbeiða saman við teimum demokratisku leiðarunum um tey málini, sum standa ovast á dagsskránni. Tað snýr seg millum annað um sigurin í Irak og sigurin í stríðnum ímóti yvirgangi og um at halda búskapinum í vøkstri, segði talsmaðurin Tony Snow.