Helst ólógligt fýrverk

Nógv bendir á, at tað var ólógligt fýrverk, sum var orsøkin til eina sera harða spreinging í Store Andst nakað vestan fyri Kolding í gjár. Spreingingin gjørdi sera stóran skaða, og av tí at hon eisini elvdi til eitrandi royk, fingu fólk boð um at fara úr húsunum. Tey flestu sluppu tó aftur til hús í gjárkvøldið.

Tvey fólk vórðu funnin deyð á vanlukkustaðnum í gjár, men løgreglan vil ikki útihýsa, at spreingingin kann hava kravt fleiri mannalív. Kanningarnar halda fram í dag.

Maðurin, sum eigur bygningarnar, sum fóru í luftina, hevur greitt frá, at hann hevði leigað teir út, men at hann visti ikki, hvat leigararnir høvdu inni í bygningunum.