Fótbóltur
Tað er ikki bara at siga tað, tá nýggir leikdagar skulu ásetast, nú bert trý umfør resta í fótbóltslandskappingini. Nakað sum veðrið um vikuskiftið tó gjørdi neyðugt. Annar av dystunum, sum ikki varð avgreiddur sunnudagin, var tann í Vági, har GÍ var á vitjan.
Og meðan B68 og NSÍ avgreiddu sítt heingipartí mánadagin, so bar hetta ikki til í Vági. Vágbingar vildu fegnir spæla dystin kl. 18 tann dagin, men hinvegin vildu gøtumenn hava, at dysturin varð leiktur á miðdegi. Nakað sum vágbingar ikki vóru serliga áhugaði í. Ikki minst tí tað man vera avmarkað, hvussu nógvar áskoðarar ein slíkur dystur hevði savnað.
Tí varð dysturin av ongum ta ferðina, og so er spurningurin, nær dysturin skal spælast. Enn er hetta ikki endaliga ásett, men sum tað sær út í løtuni, so verður tað helst komandi mikudag.
Hetta tí tað bert er miku- og sunnudag, at GÍ kann sleppa hampuliga seint til Suðuroyar, og tað er neyvan hugsandi, at partarnir vilja avgreiða dystin fríggjadag, soleiðis at bert tveir dagar eru at hvíla seg í undan næsta dystinum.
Karl Vidtfeldt, kappingarleiðari hjá FSF, sigur, at enn er ásetingin ikki endaliga avgreidd, men at hetta helst verður gjørt ein av allar fyrstu døgunum.