Helst ikki drúgv viðgerð

Fyrsta viðgerð av fíggjarlóaruppskotinum plagar at røkka yvir fleiri dagar, men Anfinn Kalsberg, fíggjarnevndarformaður, væntar ikki, at viðgerðin hesaferð verður serliga drúgv. – Uppskotið er als ikki viðgjørt politiskt, sigur hann

Av tí politiska rumbli, sum hevur verið í sambandi við uppsøgn av samgongu og samráðingum um nýtt landsstýri, var tað ein av embætisfólkunum framskrivað fíggjarlóg, sum Jóannes Eidesgaard, fíggjarmálaráðharri, hevur lagt fyri løgtingið.

- Har eru ongar politiskar prioriteringar í uppskotinum, og ongar íløgur, sum ikki eru bundnar framman undan, sigur Anfinn Kalsberg, fíggjarnevndarformaður.

Tað merkir, at íløgurnar í uppskotinum bert eru 145 milliónir krónur, í mun til tær umleið 300, sum vanliga eru á fíggjarlógini.

Rakstrarútreiðslurnar eru hinvegin vaksnar við risafetum.

- Vit høvdu eitt uppskot til fíggjarlógar uppskotið hjá CHE samgonguni um at minka rakstrarútreiðslurnar við 80 milliónum fyri árið í ár, men tað fekst ikki ljóð fyri tí. Rakstrarútreiðslurnar vuksu frá 2007 til 08 við góðum 300 milliónum, og tær vaksa eftir hesum uppskotinum við 340 milliónum frá 2008 til 09, sigur Anfinn Kalsberg.

Hann vísir á, at tað ber ikki til at hava undirskot á fíggjarlógini ár um ár, men sigur samstundis, at tað neyvan er realistiskt, at vænta javnvág á fíggjarlógini fyri komandi ár.

- Fyriliggjandi uppskot vísir eitt hall upp á 244 milliónir krónur, og hallið verður neyvan minni, tá uppskotið er politiskt viðgjørt, heldur størri, metir Anfinn Kalsberg.

 

Verður hektiskt

Vanliga verður fíggjarlógaruppskotið lagt fyri tingið 1. oktober, men tað er eftir, at tað hevur fingið eina gjølliga viðgerð í bæði landsstýri og samgongu. Hetta arbeiðið er so ikki gjørt í sambandi við hetta uppskotið, og tí má tað gerast nú, eftir at framskrivaða fíggjarlógar uppskotið er lagt fram.

- Tað gevur næstan onga meining at viðgerða hetta uppskotið, áðrenn tað hevur fingið neyðugu politisku viðgerðina, og áðrenn politisku raðfestingarnar eru gjørdar. Tí vænti eg heldur ikki, at tað verður tað heilt stóra kjakið við hesa fyrstu viðgerðina uttan so, at onkur tinglimur kennir eina trongd at viðgera okkurt ávíst mál, sigur Anfinn Kalsberg.

Eftir fyrstu viðgerð verður uppskotið sent í fíggjarnevndina, men ymsu ráðini skulu eisini gera sínar ætlanir fyri komandi ár og seta síni ynski fram til fíggjarlógina.

- So tað er greitt, at arbeiðið við fíggjarlógini verður hektiskt, tá tað líður eitt sindur meiri út, sigur Anfinn Kalsberg.

Fíggjarnevndarformaðurin heldur, at tað eigur at verða hildið fast við tær 300 milliónirnar í íløgum, sum vanligt er. Annars er vandi fyri, at rakstrarútreiðslurnar vaksa ótilsvarandi nógv.

- Tað er sera trupult at skarva burtur útreiðslur, sum eru komnar á fíggjarlógina, men vit fara at gera tað, sum gerast kann, fyri at gera eina fíggjarlóg, sum er ábyrgdearfull, og sum hevur eitt so lítið hall sum gjørligt, sigur Anfinn Kalsberg.