Í løtuni liggja tríggir bátar hjá Sea Shepherd í havnini á Sandi, og løgreglan tosar við tey, sum hava verið við bátunum.
Óhugsandi er tí ikki, at løgreglan fer at handtaka enn fleiri Sea Shepherd-limir enn tey seks, sum longu eru handtikin.
In.fo fylgir málinum og fer seinni at venda aftur til, hvat verður av teimum, sum hava mannað hesar tríggjar bátarnar hjá Sea Shepherd.
- Tyrlan, sum løgreglan hevur brúkt í samband við sítt arbeiði í dag, stendur í løtuni á Sandi, siga fólk, sum eru har á staðnum beint í løtuni.










