Helst eingin oljuleiting

Seinastu tíðina hava norskir fjølmiðlar gjørt nógv burtur úr einari ætlan hjá stjórnini at loyva oljufeløgum at leita eftir olju úti fyri Lofoten. Málið hevur havt stóran áhuga, tí hetta økið er sera góð fiskileið.

Men nú bendir alt á, at stjórnin fer at sleppa ætlanini, sigur norska útvarpið. Sambært útvarpinum er ein av stjórnarflokkunum, Høgri, fyri at loyva oljufeløgunum fram at leiðini við Lofoten, meðan Vinstri og partar av Kristiliga Fólkaflokkinum eru ímóti. Tær norðurnorsku kommunurnar hava biðið stjórnina loyva oljuleitingini fyri at forða tí veksandi arbeiðsloysinum, men sambært útvarpinum fara tær at fáa noktandi svar.

Í Norsk Hydro eru tey vónsvikin av tíðindunum. Eivind Reiten, aðalstjóri, sigur við NRK, at tað hevur avgerandi týdning fyri norsku oljuvinnuna, at feløgini sleppa at bora bæði við Lofoten og í Barentshavinum. Umhvørvisverndarfelagsskapirnir eru hinvegin fegnir um tíðindini.