Helst aftur á føroyskar hendur

Tað er mest sannlíkt, at í hvussu er føroyski parturin av Eik Banka endar aftur á føroyskum hondum.

Tá Fionia Bank fór av knóranum og endaði undir Finansiel Stabilitet, fór ruddingararbeiðið fram á tan hátt, at kundarnir vórðu býttir upp í tveir bólkar, ein grønan og ein reyðan.
Av teimum 18 milliardunum, bankin hevði í útláni, endaðu einar átta milliardir undir grøna bólkinum og tíggju undir tí reyða. Grøni parturin varð síðani seldur frá, meðan tann reyði varð avviklaður.
Í førinum Eik Banki verður tað helst lættari hjá FS at greina sundur, tí her ber til at taka føroyska partin fyri seg og danska partin fyri seg. Síðani kunnu rotnu eplini í føroyska partinum flytast í tann danska og so kann føroyski parturin seljast frá.
Serfrøðingur, Sosialurin hevur tosað við, sigur, at tað mest sannlíka er, at føroyski parturin endar aftur á føroyskum hondum.
- Vit sóu jú, at TF Holding var til reiðar at leggja 400 milliónir í bjargingarætlanina av føroyska partinum, og teir eru nóg kapitalsterkir at leggja eina milliard í um tað skuldi verið, sigur serfrøðingurin.
Hann heldur tað vera lítið sannlíkt, at útlendskir bankar leggja í at reka virksemi so langt heimanífrá.
- Danske Bank hevur heldur ikki góðar royndir at reka ein danskan banka úr Danmark. Hinvegin kundi hugsast, at íslendingar kundu verið áhugaðir. Men mest sannlíkt er tó, at TF Holding saman við øðrum í Føroyum enda sum eigarar av Eik Banka, sigur serfrøðingurin.