Seinast tapti Helsingør greitt á heimavølli ímóti Lemvig. Tá gjørdist úrslitið 30-35. Í dag vóru Helsingør á útivølli, og leiktu teir ímóti Stoholm. Aftur gjørdist talan um greitt tap hjá Elite3000. Stoholm vann dystin so trygt sum 39-33. Helsingør hava nú 7 stig fyri 8 dystir. Heini Hanusarson skeyt tvey mál í dag, og fekk hann eina útvísing uppá 2 minuttir!










