LØGMANSSTEYPIÐ
Kristi Himmalsferðardag eru fjórðingsfinalurnar í kappingini um Løgmanssteypið á skránni. Talan er bara um eina uppgerð, og harvið skal tað avgerast í dag, hvørji fýra feløg skulu vera partur í hálvfinaluni, sum verður á skránni 6. juli og 24. juli, tá ið funnið verður fram til, hvørji feløg skulu spæla á Ólavsøku. Summarsteðgurin í landskappingini er rættuliga stuttur í ár, og hjá teimum, sum verða partur av hálvfinaluni í steypakappingini og serliga finaluni, verður ikki talan um summarfrí frá fótbóltinum.
Í fjórðingsfinaluni verður spælt soleiðis: Fram-B68, HB-ÍF, GÍ-Skála og TB-B71. Vinnararnir í teimum báðu fyrst nevndu dystunum fara at telvast um annað finaluplássið, og vinnararnir í tveimum báðu síðst nevndu dystunum fara at telvast um hitt plássið í finaluni.
Sambært skránni skulu Fram og B68 spæla á heimavøllinum hjá Fram. Men teir í havnarfelagnum hava ynskt, at tað í staðin fyri verður spælt á Svangaskarði, og tað hava toftamenn sjálvandi eftirlíkað.
Eingin ivi er um, at B68 er upplagdur favorittur ímóti Fram. Fuglfirðingar hava higartil staðið seg væl í landskappingini. Teir hava bara tapt ímóti B36, sum er oddalið. Nú skulu teir spæla ímóti HB, sum er næstovast, og í Fuglafirði er spenningurin stórur.
TB eigur heimavøll ímóti B71, sum hevur møguleika at vísa, at teir kunnu gera nakað við felag í bestu deildini.
Sunnudagin var tað tætt, rættuliga undirhaldandi og fleiri fín mál, tá ið skálamenn vóru í Gøtu. Skála vann 3-2, men heimaliðið fekk blóð á tonna. Teir eru botnlið í landskappingini, men GÍ hevur áður megnað at spælt seg í steypafinaluna, hóast tað ikki hevur gingið nakað serligt í landskappingini.
GÍ var í steypafinaluni í fyrraárið, tá ið teir taptu ímóti B36. Skála hevur ongantíð áður rokkið í hálvfinaluna í kappingini um Løgmanssteypið. B68 hevur bara eina ferð verið í hálvfinaluni. Tað var í 1995, tá ið teir vunnu á KÍ og taptu finaluna ímóti HB. Fram hevur ongantíð verið í hálvfinaluni. TB var seinast í hálvfinaluni í 1995, tá ið teir taptu ímóti HB. B71 var í hálvfinaluni í 1994, tá ið tað eydnaðist teimum at vinna á HB. Teir taptu síðani finaluna ímóti KÍ. ÍF var í hálvfinaluni fjør, tá ið teir samanlagt taptu ímóti NSÍ. HB er mest vinnandi føroyska steypaliðið, og í fjør vunnu teir í finaluni ímóti NSÍ.