Helmingurin av liðnum er skiftur út

Meðan tað er nógv nýtt í Vágum, so eru tað bara gamlir kenningar á liðnum hjá Víkingi

Í dag fer Michael Schjønberg fyri fyrstu ferð í landskappingardysti at hava ábyrgdina av 07 Vestur

Fyrsta bríksl í ársins fyrsta dysti í landskappingini verður klokkan 14 í dag á Dungasandi í Sørvági.

 

07 Vestur fær vitjan av Víkingi.

 

Útskiftingin hevur verið stór í Vágum, har sjey nýggir spælarar hava verið við í fyrireikingunum til nýggja kappingarárið. Tað er rættiliga sannlíkt, at umleið helmingurin av teimum ellivu, sum í dag vera á vøllinum frá dystarbyrjan vera nýggir menn í 07 Vestur. Fimm av teimum, sum vóru á vøllinum frá fyrsta bríksli, tá ið 07 Vestur á síðsta leikdegi í fjør vann 5-1 á útivølli ímóti TB, eru ikki longur í felagnum.

 

Miðverjin Dann Fróðason er darvaður av skaða í lærkrikanum, og hann verður neyvan við í dag.

 

Eingin nýggjur maður er á listanum hjá Víkingi, nú Jóhan Petur Poulsen og hansara menn fyrireika seg at fara vestur í Vágar. Í fjør slitu bæði Finnur Justinussen og Ari Olsen krossbandið. Hvørgin teirra er enn komin seg so mikið, at teir eru klárir at spæla.

 

Olaf Bárðarson og Martin Klein Joensen hava í vikuni ikki vant so nógv saman við liðfeløgunum. Olaf er darvaður av skaða í lærkrikanum, og Martin er darvaður av vøddaskaða.

 

Í fjør hittust 07 Vestur og Víkingur tvær ferðir á Dungasandi, og gestirnir fóru báðu ferðirnar til hús við fullari úrtøku. Víkingur vann 4-2 flaggdagin, tá ið sætta umfar var á skránni, og Víkingur vann 2-1 26. september í 24. umfari.

 

Í dag fer Michael Schjønberg fyri fyrstu ferð í landskappingardysti at hava ábyrgdina av 07 Vestur